Tilsamans hava vit nógvar vørur, men allar eru ikki altíð tøkar samstundis og tað er misjavnt, hvussu væl árini roynast. Lendi og biti eru 100 -upp til góðar 700 metar omanfyri sjóvarmálan, so hetta eru harðvunnin matur.
Um heystið er mest av feskum seyða- og neyta kjøti og avroðum at fáa.
Røtur eru ofta at fáa frá oktober og fram til nýggjárs. Um veturin verður kjøtið ræst og turt. Tá fáast eisini súltaðar røtur.
Um summarið ber til at taka hvannir.
Tað eru altíð veður og vindur, sum gera av, hvussu ávøksturin verður. Hóast álmanakkin sigur summar, so eru velturnar og kálini ikki altíð samd við hann.
Tað tekur tað tíð tað tekur tí tað er stuttflutt, burðardygt og veksur spakuliga.
Vit royna at fara væl um dýrini, náttúruna og at taka alt væl upp.
Vælkomin at senda fyrispurning ella bíleggja vøru. Teldupostur verður lisin seint á kvøldið. Gongur tolið undan, so er at ringja, tað riggar!
Tað ber eisini til at troppa upp.
Viðmerk vøruslag, tá ið peningurin verður fluttur.
Útkoyring har tað er landfast.