Vørur úr Tøðuni eru harðvunnar,  stuttfluttar, burðardyggar og mestsum altíð vistveltar.
Okkara virði eru dygd heldur enn nøgd.

​​

VØRUÚRVAL - kjøt

Fjallaneytini eru smá og kná, tey fyrstu gingu helst í fjøllunum í Skotlandi, okkara komu úr Kirkjubø og Koltri í 2012. Tey balast í haganum allar ársins dagar, júst sum seyðurin, men fara ikki til fjals ta ljósu tíðina. Tey eru kjøtneyt burturav.

Seyðurin gongur í berginum, niðri á bakkanum á vetrardegi og uppi í fjøllunum, tá ið viðrar. Eitt fylgi gongur inni í dalinum. Seyðurin er harðbalin.  Várið kemur seint og summarið er stutt, lombini eru lembd seint, og tí ofta yngri enn onnur lomb, tá ið tey hanga í hjallinum.

Seyður

Feskt og ræst kjøt, turt kjøt/skerpikjøt

Seyðarhøvd, livur, kjøtpylsa, rullupylsa (gamuldags og feit), garnatálg

Keyp
Fjallaneyt

Eskjur 10 kg: steikir, búffar, malið kjøt, suppukjøt

Keyp

Epli

Oleva

Hvannir

súltutoy, salt, te

Røtur

kálrabi, hvítar mairøtur og gular mairøtur



VØRUÚRVAL - grøði

Ein góð mairót er mild og sevjumikil sum pera. Et hana sum lystimeti, sunt salat, søtan síðurætt, stimbrandi súpan, suðurlendskt satsiki ella okkurt heilt annað. Smakkar best flust.

Kálrabirótin kann etast rá, men hóskar so sera væl aftur við feitum føroyskum døgurðamati. Kálrabirótin kann alt. Kókast, morlast, steikjast, súltast, royn hana.

Gula mairrótin eru mildari enn kálrabi og fastari enn mairótin, so møguleikarnir eru mangir.

Hvannir. Okkara eru heimahvannir, sum vaksa í hoygarðinum. Hvonn er gomul lekiplanta, hon er full í C-vitaminum. Her í bygdini hava hvannir altíð verið brúktar til matna, nú er hetta ein úrvalsvøra.

Hetta er serliga góð grøði, tí hon veksur seint og spakuliga. Hetta er føst føði, als ikki fast food!