VØRUÚRVAL - kjøt
Fjallaneytini eru smá og kná, tey fyrstu gingu helst í fjøllunum í Skotlandi, okkara komu úr Kirkjubø og Koltri í 2012. Tey balast í haganum allar ársins dagar, júst sum seyðurin, men fara ikki til fjals ta ljósu tíðina. Tey eru kjøtneyt burturav.
Seyðurin gongur í berginum, niðri á bakkanum á vetrardegi og uppi í fjøllunum, tá ið viðrar. Eitt fylgi gongur inni í dalinum. Seyðurin er harðbalin. Várið kemur seint og summarið er stutt, lombini eru lembd seint, og tí ofta yngri enn onnur lomb, tá ið tey hanga í hjallinum.